Steðgur í ættleiðing rakar eisini Føroyar

Steðgur í ættleiðing rakar eisini Føroyar
Danish International Adoption hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí vissa ikki altíð er fingin fyri, at ættleiddu børnini veruliga hava verið foreldraleys
Nú ber ikki til at ættleiða børn úr øðrum londum longur. (Savnsmynd)
 
17.01.2024 - 08:37

Felagsskapurin Danish International Adoption, sum er einasti felagsskapur í Danmark, ið tekur sær av at miðla ættleiðingar, gevst við ættleiðingum úr øðrum londum til Danmarkar og sostatt eisini til Føroya.

Tað merkir, at tað ikki longur ber til at ættleiða børn úr øðrum londum.

Danish International Adoption hevur verið fyri hørðum atfinningum, tí vissa ikki altíð er fingin fyri, at ættleiddu børnini veruliga hava verið foreldraleys.

Eisini er felagsskapurin lagdur undir at hava handlað í stríð við Haag-sáttmálan og danska ættleiðingarlóggávu.

Í desembur gjørdu myndugleikarnir av fyribils at gevast við ættleiðing úr Suðurafrika, og nú er tað sama hent viðvíkjandi ættleiðing úr Filipsoyggjum, India, Taivan, Tailandi og Kekkia.

Tí hevur Danish International Adoption ikki annað val enn at gevast við sínum virksemi.

Føroyska familjufyrisitingin boðar á heimasíðu síni frá, at í løtuni verður kannað, hvat hetta merkir fyri tey í Føroyum, sum longu eru góðkend at ættleiða.

 

Familjufyrisitingin.

 

Eisini í Noregi

Sama støða ger seg galdandi í Noregi, har Barna-, ungdóms- og familjustýrið mælir til at gevast við allari ættleiðing av børnum úr útlondum til Noregs næstu tvey árini, til liðugt er at kanna allar ættleiðingar.

- Vit meta, at vandin fyri óreglusemi er veruligur, og hann er á slíkum stigi, at vit mæla til fyribils at steðga øllum virksemi, til kanningarnevndin hevur handað okkum sína frágreiðing og givið okkum tilmæli um, hvussu framtíðar ættaleiðingarskipanin kann verða, sigur Hege Nilssen, stjóri í Bufdir, sum er stytting fyri Norska Barna-, ungdóms- og familjustýrið, ið hevur ábyrgd av ættleiðingum.

Nú skal ráðharrin í barna- og familjumálum, Kjersti Toppe, gera av, um Noreg skal fylgja tilmælinum. 

Bufdir mælir familjum, sum eru komnar so mikið langt í tilgongdini at ættleiða, at tey hava fingið barn í boði, um at søkja um at fullføra tilgongdina.

Sambært miðlinum Verdens Gang hevur Bufdir longu steðgað allari ættleiðing úr Filipsoyggjum, Tailandi og Taivan, og í fjør heyst var ættleiðing úr Madagaskar eisini steðgað.

Avgerðin kemur í kjalarvørrinum á fleiri avdúkingum, sum Verdens Gang hevur havt um ólógligar ættleiðingar til Noregs, og at norski staturin fleiri ferðir er kunnaður um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650