Ítróttasólstrálan 2023: Altíð klár við eini hjálpandi hond

Ítróttasólstrálan 2023: Altíð klár við eini hjálpandi hond
Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen nýtir stóran part av síni frítíð í VÍF, har hon júst er komin á besta liðið, og á vestmannaliðnum hjá HF, har hon er venjari hjá yngri gentum
09.02.2024 - 13:51

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er ofta at siggja í høllini í Vestmanna.

Eins og nógvir aðrir vestemenningar spælir hon hondbólt við VÍF, har hon umboðar besta liðið, 1. deild og gentur 18. Afturat hesum er hon á vestmannaliðnum hjá Havnar Fimleikafelag sum íðkari, men eisini sum venjari hjá yngri gentum.

 - Eg haldi, at Gunnvá hevur alt, sum lýsir eina sólstrálu, sigur Jónvá Ellingsgaard, sum er venjari hjá HF.

 - Hon er jalig, hevur nógva orku og traðkar til, har sum tað er neyðugt. Hon er ein ordiliga stór fyrimynd hjá teimum, sum hon er venjari hjá. 

 

Klár við eini hjálpandi hond

Í føroysku ítróttafeløgunum er stórur tørvur á fólki, sum eru til reiðar við eini hjálpandi hond. Gunnvá smæðist ikki burt í so máta, fortelur Rakul Nielsen.

 - Vit eru nakrar damur, sum eru í stuðulsnevndini, og tá vit mangla hjálp, spyrja vit gentur, og Gunnvá er ein, sum vit ofta spyrja. Hon sigur altíð ja, og hon kemur við einum smíli.

Hon ger ongan háva burtur úr sær, men ger eitt stórt arbeiði í felagnum, sigur venjarin í VÍF, Ingi Olsen.

 - Í dag er tað vanligt, at mann vil realisera seg sjálvan. Hendan egoisman, sum vit hava, er forferdiliga stór. Kanska í so stór, men har er hon slett ikki, sigur hann.

 

Geri tað, tí eg havi hug

Høvuðspersónurin var bilsin, tá hon fekk boðini um, at hon var í uppskoti til Ítróttasólstráluna 2023.

Hon fegnast um, at hon kann gleða fólk. Sum Gunnvá sjálv sigur: - Eg geri tað ikki, tí eg eri noydd til tað. Eg geri tað, tí eg havi hug til tað.

Gunnvá Fríða Bárðardóttir Nielsen er í uppskoti til at verða Ítróttasólstrálan 2023, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum um vikuskiftið.

Hetta er nýggjur heiður til ung ítróttafólk undir 20 ár. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096