Bústaðarneyð á útoyggj

Bústaðarneyð á útoyggj
Brøðurnir Hallur Synderbø og Dávur Syderbø vilja sleppa at búgva á Húsum. Men tað ber snøgt sagt ikki til fíggjarliga
19.02.2024 - 19:24

Í dag læt barnagarður, vøggustova og frítíðarskúli upp á Húsum. Eitt stórt framstig fyri barnafamiljurnar í Kalsoynni.

Men tað kann fara at vera trupult at fylla barnagarðin, tí tað so at siga ógjørligt hjá ungum familjum at seta búgv í oynni.

Dávur Syderbø og Hallur Syderbø eru báðir ættaðir av Húsum, men búgva í Klaksvík og á Viðareiði.

Hallur Syderbø er fluttur úr Danmark, og kundi hugsað sær bústað á Húsum.

Higartil hava ongi grundstykki verið tøk, men Klaksvíkar kommuna hevur nú útvegað nøkur grundstykki á Húsum.

Men hetta loysir ikki bústaðartrupulleikan, halda Syderbø brøðurnir.

Og júst tað at seta búgv á útoyggj uppá tann vanliga mátan, kann gerast ein fíggjarligur smeitur.

Tí halda Hallur og Dávur Syderbø, at skal útoyggjunum vera lív lagað,  so mugu bæði kommunurnar og landið virka við til at finna loysnir á bústaðartrupulleikanum.

Og er viljin til staðar, so ber til at finna øðrvísi loysnir. Ein loysn er neystini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008