Flogbóltssambandið: Væl nøgd við landsliðsárið

Flogbóltssambandið: Væl nøgd við landsliðsárið
Føroysku menninir vunnu ein dyst í silvurliguni í summar, meðan kvinnurnar taptu allar fimm. Kortini gongur rætta vegin, sigur FBF, sum heldur fram at menna landsliðini
10.06.2024 - 15:33

Bestu føroysku flogbóltsmenninir vunnu ein dyst av seks í silvurliguni í summar - á Íslandi á heimavølli - meðan kvinnurnar taptu sínar fimm dystir.

Silvurligan er framvegis lutfalsliga nýggj fyri føroysku landsliðini, sum hava tikið seg fram, sigur Flogbóltssambandið, sum fer at halda fram at menna sítt landsliðsvirksemi.

 - Vit síggja, hvørjum stigi vit eru á, vit síggja, hvørjum stigi hini eru á, segði Guðrun L. Joensen, næstforkvinna í Flogbóltssamband Føroya.

 - Vit vita, hvussu vit skulu venja og skipa alt landskappingarárið í samband við landsliðini og landsdystirnar. 

Hvussu eru vónirnar frameftir?

 - Tær eru góðar. Okkara yngru lið klára seg væl og eru góð, og við flogbóltsskúlanum síggja vit eisini ein vaksandi áhuga. Hetta er sjálvandi byrjanin, Silvurligan er framvegis nýggj fyri okkum, so eg hugsi, at vit kunnu byggja hetta meir og meir upp, og so hava vit eina bjarta framtíð, segði Guðrun L. Joensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221