Føroysk gransking í diabetes

Føroysk gransking í diabetes
Nú fara føroyskir granskarar at kanna fólk við diabetes 2 fyri at fáa staðfest ávirkanina, sum heilsufótbóltsspæl hevur á heilsustøðuna
18.06.2024 - 19:46

Alt fleiri fólk fáa staðfest diabetes 2 og framrokningar vísa, at í 2045 fer ein av átta vaksnum, ella umleið 783 milliónir fólk, at hava diabetes.

Hetta er ein vøkstur upp á 46 prosent. Meira enn 90 prosent av teimum, sum hava diabetes, hava diabetes 2.

Og nú fara føroyingar at granska í diabetes og 800 føroyingar eru bodnir at vera við í kanningini, sum Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Steno Miðstøðin í Sjúkrahúsverki Føroya standa fyri.

Fólkini verða so við í eini stórari kanning av, hvørja ávirkan samansett venjing, sum ein fær við fótbóltsspæli, hevur á heilsuna hjá fólki við diabetes 2.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846