5-mannafør, kvinnur: Tjaldrið vann við flottum endaspurti

5-mannafør, kvinnur: Tjaldrið vann við flottum endaspurti
Favoritturin, Firvaldur, hevði vunnið báðar teir undanfarnu róðrarnar, men á jóansøku vórðu tær tiknar av Tjaldrinum, sum vann við flottum endaspurti
Jan Herman Hansen / RSF
24.06.2024 - 16:53

Tjaldrið vann á favorittinum, Firvaldi, í triðja FM-róðrinum hjá fimmmannaførum við kvinnum.

Firvaldur hevði vunnið bæði á norðoyastevnu og á sundalagsstevnu, og tí var fimmmannafarið úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag favorittur at fara avstað við sínum triðja gulli á rað.

Men Tjaldrið vildi tað øðrvísi. Við flottum endaspurti yvirhálaði NSÍ-báturin suðuroyingarnar, og vann bert sjey hundraðpartar framman fyri Firvald.

Nú er bert eitt stig á muni millum teir báðar bátarnar í stríðnum um føroyameistaraheitið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744