Nyttaði lítið at vísa góðan vilja

Nyttaði lítið at vísa góðan vilja
Grannarnir til eina stóra íbúðarverkætlan í Havn kenna seg illa viðfarnar av kommununi. Teir vóru við at hjálpa verkætlanina ígongd, men vórðu síðan tagdir burtur
16.07.2024 - 19:24

Tað er tørvur á íbúðum í Havn og fleiri størri byggiverkætlanir eru farnar ígongd.

Ein av teimum er á Heygnum í Havn, við Hvannasundsgøtu. Talan er um sekstan íbúður í einum blokki, sum er 7,5 metrar høgur, 60 metur langur og 13 metur breiður. Harumframt er parkeringsøki og goymslubygningar.

Tá grannarnir fingu at vita um verkætlanina, vístu tey góðan vilja og hjálptu við einum nýggjum vegi til íbúðirnar. Tey væntaðu, at hetta fór at leggja upp til gott samstarv við kommununa, sum fór at taka atlit til grannarnar. Men so var ikki. Nú er arbeiðið byrjað, og tað er vónleyst hjá grannunum at fáa samband við nakran í kommununi.

Sum verkætlanin sær út nú, missa fleiri av grannunum sólargang og útsýni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598