Appilsinguli liturin er komin fyri at vera

Appilsinguli liturin er komin fyri at vera
Tað var eitt skemtiligt mistak, at 217 ára gamla troyggjan í veruleikanum var reyð, men liturin verður helst brúktur framyvir óansæð
30.07.2024 - 21:33

Tá Mirjam Carlsen av fyrstan tíð sá tað, sum sá út til at vera ein appilsingul troyggja frá 1807 í Degi og viku, fór hon beint í holt at gera bindiprøva. Úrslitið bleiv ein troyggja við serstaka appilsingula litinum og gamla mynstrinum til dóttrina.

Men so vísti tað seg, at liturin av misgávum sá øðrvísi út á sjónbandi, tí 200 ára gamla troyggjan er í veruleikanum reyð.

Henni dámar væl at royna ymsar litir til føroysku klæðini. Fyri 20 árum síðani bant hon til dømis dóttrini føroysk klæði í lilla. Og nýggjasta plaggið við øðrvísi liti hevur røtur í gamlari søgu hjá Skraddar Debess

Tað hevur tó týdning, at tað hevur røtur í siðvenjuni, um tú velur at broyta okkurt, heldur Mirjam Carlsen.

Og týdningarmest av øllum er, at tann, ið ber klæðini, klæðir tey.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959