Oyggjaleikirnir verða nú betri

Oyggjaleikirnir verða nú betri
Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri Oyggjaleikir. Oyggjaleikir 2027 og Betri Stuðul eru farin í navnasamstarv
26.09.2024 - 19:48

Betri Stuðul og Oyggjaleikir 2027 eru farin í navnasamstarv, og tað ber í sær, at leikirnir í Føroyum frameftir fara at eita Betri Oyggjaleikir ella Betri International Island Games XXI. Umframt navnasamstarvið eru fimm onnur samstørv gjørd, sum fíggjarliga syrgja fyri, at leikirnir eru í góðum hondum. Samstørvini við Betri, Atlantsflog, Bakkafrost, MBM, Smyril Line og SMS fevna eisini um leikirnar í Orknoyggjum 2025 og Ítróttafagnaðin 2024, 25, 26 og 27. 

 - Vit hava fingið pening frá landinum allarfyrst, tað er ein stór upphædd, og so er hetta eisini ein stór upphædd afturat við hesum seks samstørvunum, sum vit hava fingið nú. Vit fáa ikki arbeitt uttan pengar, so hetta hevur alt at siga, segði oyggjaleikasamskiparin hjá ÍSF, Solby A. Christiansdóttir. 

 - Limirnir hjá okkum eru við í øllum, sum gongur fyri seg í samfelagnum, har ímillum ítrótti. Bæði sum íðkarar, venjarar, leiðarar og tey, sum vara av feløgunum og allir teir óteljandi tímarnir av sjálvbodnum arbeiði, sum liggur í tí føroyska ítróttinum, sum ger, at tað ber til. Tí hildu vit, at tað var púra upplagt, at vit stuðla oyggjaleikum, segði formaðurin í Betri p/f, Jens Johan Dam.

 

Lætt at finna stuðlar

Síðan 1998 hevur skotski bankin NatWest International verið navnastuðul hjá IIGA, og hava oyggjaleikir tí itið NatWest International Island Games í 25 ár. Nú hevur bankin tikið seg burturúr, og seinastu NatWest leikirnir vóru í Guernsey í fjør. Eingin nýggjur IIGA stuðul er funnin, og tí fingu Føroyar høvi til at finna sítt egna navnasamstarv.

 - Tá vit fingu høvi at fara út og finna okkara egna navnasamstarv umframt onnur samstørv, so tóku vit av og fóru út at vita. Tí vit vita, at Føroyar gleða seg til at fáa Oyggjaleikirnar, og føroyingar eru glaðir fyri Oyggjaleikirnar. Tað, at vit hava fingið hesar seks fyritøkurnar at samstarva við okkum, sigur alt um, hvønn kalibur og status Oyggjaleikirnir hava í Føroyum.

 

Búmerkið avdúkað

Fyrr í summar skrivaði ÍSF út búmerkjakapping til Oyggjaleikir 2027, og á samkomu í dag varð eisini búmerkið, sum Robert Gutke av Eiði eigur, avdúkað.  Aldur, vindur, rørslur, breytir og veðrahorn eru nakað av tí, sum sæst aftur í búmerkinum, sum ein samd dómsnevnd valdi millum tey 51 innkomnu uppskotini. 

Oyggjaleikirnir 2027 verða í døgunum 3.-9. juli, og tá fara eini 2.500 ítróttafólk at kappast í 14 ymsum ítróttagreinum í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564