Árgang 1924: Aftur 100 ára føðingardagur í dag

Árgang 1924: Aftur 100 ára føðingardagur í dag
Fyri triðju ferð í ár er 100 ára føðingardagur á ellisheiminum Vesturskin: Í dag hátíðarhildu tey Andreu Poulsen
11.11.2024 - 19:54

Alsamt fleiri føroyingar liva til tey eru 100 ár ella eldri. Í 2004 vóru 3 fólk 100 ella eldri, men í dag eru heili 9 fólk í Føroyum 100 ár ella eldri, sambært tølum frá Hagstovuni. 

Ein teirra, er Andrea Poulsen, sum byrjaði tann stóra dagin á ellisheiminum Vesturskin á Toftum, har hon býr. 

16 fólk búgva á Vesturskini- og trý av teimum eru nú 100 ár. Fyrr í ár fyltu ávíkavíst Hans Mikal Mikkelsen og Lena Joensen 100 ár, og í dag fylti altso Andrea Poulsen. 

Uppskriftin uppá eitt langt lív, er millum annað at vera virkin, halda tey trý. 

Ein annar, sum helt 100 ára føðingardag fyrr í ár, er Mia á Heygum. Til ber at síggja, hvussu hon hátíðarhelt stóra dagin her: 100 ára føðingardagur á sjónum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303