Bíða enn eftir høllini í Sørvági

Bíða enn eftir høllini í Sørvági
Flogbóltur er stóra ítróttargreinin í Sørvági, og SÍ brúkar fimleikahøllina í skúlanum. Men hon er als ikki nøktandi, og tørvur er á betri hølisviðurskiftum
12.11.2024 - 13:49

Eitt evni, ið hevur verið nógv umrøtt í samband við kommunuvalið í Sørvági, er ein nýggj ítróttarhøll.

Flogbóltur er stóra ítróttagreinin í Sørvági, og bæði menn og kvinnur hjá SÍ hava vunnið mangt gullheiðursmerki til bygdina.

SÍ brúkar framvegis fimleikahøllina í skúlanum, men hon er als ikki nøktandi, og tørvur er á betri hølisviðurskiftum. Tað heldur millum annað Ragnar í Haraldsstovu, sum er venjari hjá SÍ.

Hann vónar, at nýggja bygdaráðið fer at raðfesta høllina, sum hevur verið vallyfti til nógv kommunuval.

 - Tíðin er heilt einfalt farin frá hesi høllini. Hon er frá 1989, og er ótíðarhóskandi til flogbólt í dag, sigur Ragnar í Haraldsstovu.

 - Her er ein bani, og øll okkara lið skulu venja her. Vit hava ikki møguleika at venja fleiri lið samstundis, sum í øðrum hallum, og tí er tað sera trupult at fáa lagt venjingartíðirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890