Klaksvík: Sylvia valdi Karl

Klaksvík: Sylvia valdi Karl
Einasta umboð hjá Sjálvstýri átti atkvøðuna, sum avgjørdi, hvør skal stjórna Klaksvíkar Kommunu. Fólkaflokkurin vísti áhuga, men Sylvia Thomsen fór hinvegin
14.11.2024 - 19:36

Sylvia Thomsen kom í eina lyklastøðu eftir kommunuvalið týskvøldið.

Hóast hon er einasta býráðsumboðið á listanum hjá Sjálvstýri, so átti hon avgerandi atkvøðuna. 

Tí verður tað Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýri og Tjóðveldi, sum fara at stjórna Klaksvíkar kommunu næstu fýra árini.

Sostatt er meirilutin skipaður uttanum Fólkaflokkin, hóast hann gjørdist størstur á kommunuvalinum. Til ber at lesa meira um tað her: Klaksvík: Ætla at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. november
RagnarRokk: Oliver Wakeman um Anam Cara
182725
Hósdag 14. november
Andarblak - Bøn
183653
Hósdag 14. november
«Guðs ríki er innan í tykkum»
183622
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. november
Kommunuval 2024
183542
Mánadag 11. november
3-2 (11. november 2024)
183443
Sunnudag 10. november
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
183390
Sunnudag 10. november
Undansending: Ukraina - Føroyar
183391