Føroyingar stríddu seg til sigurs

Føroyingar stríddu seg til sigurs
Tann sonevnda venjaraeffektin gjørdi um seg, tá Føroyar hálaðu ein 1-0 sigur í hús niðri í Jerevan í Armenia. Liðskiparin, Viljormur Davidsen, skeyt einasta málið í dystinum
Stór frøði á Viljormi Davidsen, ið skoraði einsamalla málið í dystinum, tá hann setti brotsspark trygt í netið
 
14.11.2024 - 17:15

Slakir 10 minuttir vóru spældir, tá Adrian Justinussen royndi skotfótin fyrstu ferð, men bólturin fór framvið handaru stong umvegis eitt mótstøðubein.

Annars var tað í stóran mun heimaliðið, sum leyp á, meðan føroyingarnir lógu langt afturi á vøllinum við fólkinum og vardu egnan brotsteig.

Tá hálvur tími var farin tók dysturin kortini eina knappa vend. Jóannes Bjartalíð fór  til stroks høgrumegin og vann Føroyum eitt innkast høgrumegin. Tað var kastað langt inn í brotsteigin, og tá bólturin dett niður til Brand Hendriksson Olsen var hann sparkaður, og dómarin peikaði á blettin.

Viljormur Davidsen er fastur skjútti, og liðskiparin var tryggur aftur hesa ferð, og skoraði sítt fimta brotsspark fyri Føroyar.

Armenar trýstu, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki, men sæð burtur frá einstøkum skotroyndum útifrá, var lítil vandi á ferð, og føroyingarnir fóru til hálvleiks við leiðsluni.

 

Seinni hálvleikur

Sama mynstur helt fram eftir steðgin. Føroyar vardu og høvdu sera ilt við at sleppa burturúr tunga heimatrýstinum, sum kortini ikki spældi seg til nógvar stórar málkjansir.

Ikki fyrrenn ein góður tími var spældur, í hvussu er. Tá stóð nógv á føroysku verjuni, og Armenia kom til fleiri skot úr vandamiklum støðum. 

Nærmast kom Lucas Zelarayán, tá hann slapp leysur inni í málteiginum, men vælspælandi Teitur Matras Gestsson bjargaði.

Eitt troytt føroyskt lið stóð lágt og vardi seinastu løtuna av dystinum, og tað var stór frøði á monnum, tá grikski dómarin floytaði fyri seinastu ferð.

Við sigrinum hálaðu Føroyar seg fram á 2. plássi í bólkinum, og hava nú seks stig eftir fimm dystir, meðan Lettland datt niður á niðasta plássi.

Seinni í kvøld tekur oddaliðið í bólkinum, Norðurmakedonia, heima ímóti Lettlandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118