Skúla FM í íverksetan 2025: Hørð kapping

Skúla FM í íverksetan 2025: Hørð kapping
Næmingar í framhaldsdeildum í landinum kappaðust um besta hugskotið í íverksetan. Vinnarin gjørdist borðspælið við heitinum Bygd til bý.
08.03.2025 - 10:28

Tað var hørð kapping, tá næmingar í framhaldsdeildum í landinum kappaðust um besta íverksetarahugskotið fríggjadagin. 

Endadysturin í Skúla FM í íverksetan 2025 var í ítróttarhøllini á Giljanesi, har skúlanæmingarnir og íverksetararnir hittust.

 

Fjølbroytt hugskot
Til samans vóru níggju bólkar við í endabrestinum. Tað vóru næmingar úr Skúlanum við Løgmannabreyt, Skúlanum við Løkin og Tofta Skúla, Skúlanum á Giljanesi, Skúlatrøð, Eysturskúlanum og NámX, sum tóku lut í kappingini.

Prýðislutir úr koparleidningnum, heimasíður, ein tíðindaportalur, eitt filmsfelag, húðrøkt, borðspæl og helsir vóru hugskotini hjá einstøku bólkunum.

 

Borðspæl vann kappingina

Luttakarar merktu spenning í luftini í ítróttarhøllini á Giljanesi, tá vinnarar skuldu kjósast. Og dómaranevndin kundi staðfesta, at støðið var høgt og kappingin hørð.

Vinnarin av kappingini gjørdist bólkurin úr Eysturskúlanum, ið hevur gjørt borðspælið við heitinum Bygd til bý, sum endaði á fyrsta plássi. Talan er um eitt borðspæl, ið snýr seg um føroyska mentan og søgu.

Bólkurin AURUM við næmingum í Skúlanum við Løkin og Tofta Skúla, sum hava evnað helsir úr føroyskari ull, gjørdist nummar tvey í kappingini.

Á triðja plássi endaði bólkurin frá NámX við heitinum ECOOP við prýðislutum úr koparleidningum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763