Elisabeth helt høvdið kalt

Elisabeth helt høvdið kalt
Føroysku svimjararnir fingu seks heiðursmerki í dag. Eitt av teimum var gullheiðursmerkið, sum Elisabeth Erlendsdóttir vann í 100 metur rygg
Gestur J. Lómstein
Elisabeth Erlendsdóttir við gullheiðursmerkinum um hálsin
16.07.2025 - 01:10

Føroyar hava í dag vunnið seks heiðursmerki í svimjing. Tvey av teimum vóru gull og í báðum førum var Elisabeth Erlendsdóttir við. Tað fyrra vann hon sjálv í 100 metur rygg, har hon setti nýtt oyggjaleikamet, meðan tað seinna var í 4x50 metur blandað.

Sermerkt við oyggjaleikametinum á 100 metur rygg var, at Tatiana Tostevin av Guernsey tók oyggjaleikametið frá júst Elisabeth Erlendsdóttir í innleiðandi svimjingini í dag við tíðini 1:00.58. Í kvøld tók Elisabeth Erlendsdóttir metið aftur við tíðini 1:00.26. Tað er somuleiðis føroyskt met.

 - Eg havi svomið móti henni fyrr, men eg visti at hon oftani svimur skjótari um morgunin. Eg skuldi bara halda høvdið kalt og ikki halda, at eg hevði tapt bara tí hon svam skjótari í innleiðandi riðlinum, Elisabeth Erlendsdóttir.

Hon fegnast um, at hava tikið eitt oyggjaleikamet, men hon er sera errin av, at hava tikið føroyska metið hjá Signhild Joensen, ið hevur staðið í fleiri ár.

Elisabeth Erlendsdóttir legði eisini fyri, tá kvinnurnar settu nýtt landsliðsmet og vunnu gull í 4x50 metur blandað. Hinar vóru Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, og Alisa Vestergaard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026

Meira um sama evni