Elisabeth og Líggjas vunnu í stórum stíli

Elisabeth og Líggjas vunnu í stórum stíli
Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen vunnu hvør sítt gullheiðursmerki í dag. Í báðum førum varð talan um sannførandi sigrar í ávikavist 200 metur rygg og 800 metur frí
Gestur J. Lómstein
Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen
16.07.2025 - 22:56

Tey vóru sannførandi. Elisabeth Erlendsdóttir og Líggja Joensen, tá tey vunnu Føroyum tvey gullheiðursmerki í dag. Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 200 metur rygg við tíðini 2:14.97 og Líggjast Joensen vann gull í 800 metur frí við tíðini 7.59.67. Tað er nýtt oyggjaleikamet.

 - Um eg skal vera erlig, so var tað stuttligari í gjár, tí tá var kappingin harðari. Harðasti kappingarneytin á 100 metur rygg var ikki tilmeldað, so lopið bleiv tað longur niður tann næsta, sigur Elisabeth Erlendsdóttir, ið eisini vann gull á 100 metrum rygg í gjár.

Fyri Líggjas Joensen var heldur ongin ivi. Hann var greitt fremst, tá hann fór í holt við seinastu vendingarnar í 25-metra hylinum í Kirkwall í Orknoyggjunum. Hann setti nýtt oyggjaleikamet og fegnast um, at hann hesa ferð megnaði at vinna á 800 metrum.

 - Seinast bleiv eg nummar tvey á 800 metrum. Tí var tað serliga stuttligt at vinna á 800 metrum hesa ferð, sigur Líggjas Joensen, ið eisini vann á 1.500 metrum fyrr í vikuni.

Í 200 metur rygg bleiv bert 15 ára gamla Bjarta Nolsøe í Lágabø nummar fimm, meðan Silas Dam Lindberg bleiv nummar trý og vann bronsu í 800 metur frí.

 

Fimm hundraðpartar av einum sekundi frá gulli

Tað vóru fleiri kappingar í svimjingini í dag. Bartal E. Eidesgaard vann bronsu í 100 metur frí. Tíðin var 49.27 sekund og tað er nýtt føroyskt met. Hann átti sjávur metið áðrenn, um var 49.95 sekund. Alisa Vestergaard vann eisini bronsu í 50 metur frí við tíðini 26.63.

Í stafettunum var størsti spenningurin í seinastu stafettini, sum var mix-stafettin á 4x50 metrum blandað. Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir, Ísak Brisenfeldt og Alisa Vestergaard blivu nummar tvey við tíðini 1:47.02. Tað vóru bara fimm hundraðpartar av einum sekundi á muni millum Føroyar og vinnararnar av Isle of Man.

Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, Alisa Vestergaard og Elisabeth Erlendsdóttir vunnu silvur í 4x100 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 3:55.91. Menninir, Bartal E. Eidesgaard, Jón Hofgaard, Ísak Brisenfeldt og Líggjas Joensen, vunnu silvur í 4x50 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 1:32.65 og er nýtt landsliðsmet.

Í annaðkvøld verða seinastu finalurnar avgreiddar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935