Róland Toftum: Fantastiskt

Róland Toftum: Fantastiskt
Venjarin hjá føroyska svimjilandsliðnum á oyggjaleikunum, Róland Toftum, er væl nødur við avrikini í Pickey-svimjihøllini í Orkunoyggjunum
Tróndur Arge
Róland Toftum, landsliðsvenjari í svimjing
18.07.2025 - 00:23

“Fantastiskt”, sigur Róland Toftum tá hann verður biðin um, at seta eitt orð á avrikini seinastu fýra dagarnar á oyggjaleikunum í Orknoyggjunum. Føroyar vunnu sjey gull, 11 silvur og 10 bronsuheiðursmerki.

 

Fleiri av gullheiðursmerkjunum vóru sannførandi. Serliga tey hjá Líggjasi Joensen og Elisabeth Erlendsdóttir. Tað manglaði onkrar ferðir lítið í, at silvur bleiv til gull. Millum annað vóru tað bara fimm hundraðpartar av einum sekundi á muni millum Føroyar og vinnararnar av Isle of Man í 4x50 metur blandað mix-stafettini.

 

- Vit hava vunnið eina stafett, tað gjørdu vit ikki seinast. Vit kunnu ikki iðra okkum um nakað, tí øll gjørdu alt tað tey vóru ment, sigur Róland Toftum.

 

Føroyar blivu nummar tvey í svimjingini. Jersey og stórtaletið Filip Nowacki vunnu 13 gull, 11 silvur og átta bronsur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938