Sakaris Stórá óttaðist meir afturmeldingina frá suðuroyingum enn útheiminum

Sakaris Stórá óttaðist meir afturmeldingina frá suðuroyingum enn útheiminum
Filmsleikstjórin Sakaris Stórá hevði í dag ikki reiðiliga fatað, at hann hevur vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri filmin "Seinasta paradís á jørð"
21.10.2025 - 21:50

Jón Hammer, framleiðari, og Sakaris Stóra, leikstjóri, høvdu ilt við ordiliga at skilja, at teir báðir í ár hava skapt árins besta norðurlendska film. 

Í øllum førum sambært Norðurlandaráðnum. 

"Tað er gott, at heiðurin nú er almennur, tí vit hava vitað tað í eina tíð, og tað hevur verið stærvið at bíða eftir, at tað skuldi kunngerast," ásannar Jón Hammer, framleiðari. "

"Hetta hevur sera stóran týdning bæði fyri okkum og føroyskan film sum heild. Tað er ein viðurkenning av føroyskum filmi, og so er tað nokk so serligt at vit vinna fyrstu tilnevningina til filmsvirðislønina, sum vit hava fingið."


Jón Hammer, framleiðari, vónar, at tað verður lættari at útbreiða føroyskar filmar í Norðurlondum
 

Jón Hammer vónari sjálvandi eisini, at filmvirðisløn Norðurlandaráðsins opnar nakrar dyr og kann hjálpa filmi á føroyskum at fáa størru útbreiðslu í biografum og sjónvarpi í øllum Norðurlondum.

"Góðskan á filmunum er á høgum støðið, hóast málið er lítið, so vit vóna, at tann avbjóðingin, sum hevur verið, at fáa útbreitt føroyskar filmar til eina størri áskoðarafjøld, nú kann brótast niður, og vit veruliga kunnu fara at gera um okkum í norðurlendskum og altjóða høpi."

Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, ásannaði, at hann ikki reiðiliga hevði fatað, at filmur hansara hevði vunnið filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. 

"Bara at filmurin bleiv tilnevndur var ein stórur heiður í sær sjálvum, og so at vinna kennist óveruligt," ásannar hann. 

Filmsleikstjórin var nú ikki eins bangin fyri afturmeldingunum úr útheiminum, sum hann var fyri afturmeldingini frá suðuroyingum, ið høvdu hjálpt til við framleiðsluni av "Seinasta paradís á jørð", sum er upptikin í Hvalba. 

"Tá sýningin í Salt gekk væl, so var eg prúa róligur," ásannar Sakaris Stóra´. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329