Verjan við Føroyar verður dubbað

Verjan við Føroyar verður dubbað
Nýggj trygdaravtala millum Føroyar, Grønland og Danmark merkir, at meira hernaðarligt virksemi verður at síggja í Føroyum næstu árini
02.12.2025 - 19:30

Fyri 15 árum síðani bleiv radarastøðin á Sornfelli seinast brúkt til hernaðarligt virki.

Nú er nýggj trygdaravtala millum Føroyar, Grønland og Danmark komin í gildið, sum eftir øllum at døma fer at merkja, at meira hernaðarligt virksemi aftur fer at síggjast í Føroyum.

 

Lítið nevnt um Føroyar

Avtalan er um at betra donsku verjuna á landi, sjónum og luftini í danska kongaríkinum og arktis.

Men hyggur mann nærri at avtaluni, verður størri dentur lagdur á grønlendsk viðurskifti enn føroysk. 

Hetta er millum annað tí, at Føroyar sjálvar stýra nógvum málsøkjum, sum Grønland ikki stendur eina um, greiðir Søren Andersen, verjuovasti í Arktisk kommando, frá. 

 

Føroyar eru verri at verja

Hóast Føroyar eru nógvar ferðir minni enn Grønland í stødd, eru Føroyar kortini munandi verri at verja sambært verjuovastanum.

Í Grønlandi eru, sambært verjuovastanum, heldur fá hernaðarmál.

Meðan vit í Føroyum eru ávirkaði av, at russiski norðurflotin fer út á okkara leiðum. Tí hevur verjuovastin eyguni meira við Føroyum enn Glønlandi í løtuni.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Hósdag 4. desember
Kvørnin: "Íða", Frum
201033
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031
Mikudag 3. desember
DOK01452_HKH_E01_4K_OK - teknmálstulkað
200987
Mikudag 3. desember
HM25: Ísland - Montenegro
200970