Andy Schmid: Føroyar spældu nærum lýtaleyst sjey ímóti seks

Andy Schmid: Føroyar spældu nærum lýtaleyst sjey ímóti seks
Sveisiski venjarin rósti føroysku áskoðarunum og sjey ímóti seks-álopsspælinum hjá føroyska liðnum. Sínum egnu spælarum rósti hann eisini fyri at reisa seg í truplari støðu
16.01.2026 - 23:00

- Fyrst og fremst má eg rósa føroysku áskoðarunum, sum vóru ótrúligir. Føroyar høvdu heimavøll, segði venjarin hjá Sveis, Andy Schmid, eftir 28-28 javnleikin millum liðini í Unity Arena.

 - Føroyar avgreiddi eisini sjey ímóti seks-álopsspælið sera væl, segði hann.

Tað sá einki út hjá Sveis miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Føroyar - serliga takka verið einari frálíkari byrjan eftir steðgin - vóru frammanfyri við heili seks málum. Menninir hjá Andy Schmid reistu seg kortini aftur, og vóru teir eitt sindur hepnari, kundu teir fari avstað við øllum trimum stigunum.

 - Eg eri sera errin av mínum liðið, tí vit megnaðu at koma afturíaftur, og tað hevði stóran týdning, segði venjarin, sum kortini iðraði seg um útjavnandi málið hjá Føroyum beint fyri dystarlok.

Eftir tepra sigurin hjá Slovenia á Montenegro og javnleikin millum Føroyar og Sveis heldur Andy Schmid, at alt framvegis kann henda.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423