Fegin Emil: Slapp til Oslo at stuðla hondbóltslandsliðnum

Fegin Emil: Slapp til Oslo at stuðla hondbóltslandsliðnum
Hóast Emil Bjarnaskor situr í koyristóli, so slapp hann eisini við til Oslo at stuðla landsliðnum, tá Smyril Line sendi Norrønu til norska høvuðsstaðin
Símun Waag
Ein fegin Emil Bjarnaskor saman við sínum fylgjara, Henny Vest
20.01.2026 - 14:55

Emil Bjarnaskor úr Klaksvík er fegin. 

Hóast ein tilburður fyri nøkrum árum síðani gjørdi, at Emil endaði í koyristóli, og máldepilin eisini bleiv raktur, so er Emil sloppin við til Oslo at stuðla hondbóltsmonnunum. 

Emil, ið samskiftir gjøgnum antin eina teldu ella sín fylgjara, Henny Vest, sigur, at hann er fyrstu og fremst komin fyri at síggja hondbóltin. 

Hann dylur tú ikki fyri, at hondbóltsballið í Oslo eisini er gott. 

"So skjótt, ið Emil hoyrdi, at Norrøna fór til Oslo, so skrivaði hann til mín, at hann kundi hugsað sær at farið við. Eg setti meg beinavegin í samband við Svein í Heiðunum á Smyril Line, og tað bar væl til," greiðir Henny Vest frá. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025