Hjálparvenjarin: Vit raka ikki toppstigið

Hjálparvenjarin: Vit raka ikki toppstigið
- Vit raka ikki heilt stigið, sum vit vilja í dag, segði Hjalti Mohr Jacobsen eftir tapið fyri Slovenia, meðan tjóðsangurin rungaði frá føroyingunum í Unity Arena í Oslo
20.01.2026 - 22:17

Tjóðsangurin rungaði framvegis í Unity Arena, tá Hjalti Mohr Jacobsen var biðin at seta orð á tapið fyri Slovenia.

 - Tað bleiv ein trupul dystur. Vit høvdu líka fimm minuttir har í byrjanini av seinna hálvleiki, men eg haldi ongantíð, at vit fáa nóg gott tamarhald í verjuni og í álopinum brenna vit nokk ov nógvar góðar kjansir og stressa eitt sindur ov nógv, segði hjálparvenjarin, sum eisini viðgekk, at Slovenia spældi ein sera góðan dyst.

Sveis hevði hølvað eitt hálvhjarta montonegrinskt landslið av við 17 málum í fyrra dystinum, og tí vistu føroyingarnir, at teir skuldu hava stig ímóti slovenum, um miðumfarið skuldi røkkast.

Teir stríddust allan dystin á tamb, men tað var í roynd og veru bert ta løtuna fyrst í seinna hálvleiki, tá Føroyar vóru á odda við tveimum, at Malmø hómaðist av álvara. Slovenia spældi væl, vardi hart, og hóast tað kostaði útvísingar og eitt reytt kort, megnaðu mótstøðumenninir at ørkymla føroyska álopsspælið.

Teir tríggjar dystirnar - ein sigur, ein javnleikur og eitt tap - frammanfyri túsundtals føroyingum í Oslo og uppaftur fleiri í føroysku stovunum fer Hjalti Mohr Jacobsen seint at gloyma.

 - Hetta var ein uppliving fyri lívið. Nú fingu vit eitt stig seinast (Í Berlin í 2024, blaðm), og nú fingu vit okkara fyrsta sigur. Øll snakkaðu um, at tað kundi ikki blíva villari enn í Berlin, men hetta er í øllum førum tað villasta, eg havi upplivað. Eg vil bara takka fyri, at so nógv fólk hava stuðla okkum, segði hjálparvenjarin.

 - Og eg hopi, at bæði leikarar og áskoðarar eru svong eftir at royna hetta eina ferð afturat og kanska gera tað eitt sindur betri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483