Smá mistøk kosta dýrt

Smá mistøk kosta dýrt
Slovenia telist millum bestu liðini í Evropa, og tí kosta øll tey smáu mistøkini dýrt, segði málverjin Pauli Jacobsen eftir tapið fyri Slovenia, sum sendi Føroyar út úr EM
20.01.2026 - 22:27

Øll tey smáu mistøkini kostað dýrt, tá tú spælir ímóti teimum bestu í Evropa, og Slovenia telist millum hesi, segði Pauli Jacobsen eftir 30-27 tapið í Unity-leikhøllini, sum sendi Føroyar út úr EM-kappingini.

 - Og tað, sum avgerð hendan dystin til endans, er at málverjin hjá teimum stendur ekstremt væl og hevur nakrar risastórar bjargingar, men tað er ein partur av ítróttinum, segði Pauli Jacobsen um starvsbróðurin Miljan Vujovic í slovenska málinum, sum endaði við einum bjargingarprosenti upp á 43%.

Elias Ellefsen á Skipagøtu minkaði til 16-15 við brotskasti beint fyri steðgin, og fyrsta løtan av seinna hálvleiki var sera góð. Við trimum skjótum málum frá Óla Mittún og Hákuni West av Teigum løgdu Føroyar seg framum 18-16, og Pauli Jacobsen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at byggja á tað.

 - Ja, men tað endar við at teir fáa nøkur brotskøst og skora okkurt í tómt mál, meðan vit brenna. Dysturin fer eitt sindur frá at handla um at spæla hondbólt til at ganga nokkso skjótt aftur og fram. Tað drepur okkum eitt sindur. Vit koma ikki ordiliga í gongd aftur og fáa ikki "flow" í spælið, viðgekk liðskiparin, sum gleðir seg til nýggjar endaspælsroyndir.

 - Vit eru ernir av okkara avriki, og tað er tað týdningarmesta. Vit hava fingið nakrar góðar royndir, og vit royna allir at blíva  betri og betri fyri hvønn dag. Vit ætla okkum longur enn hetta. Tað er okkara greiða mál, segði Pauli Jacobsen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425