Ørvur í Havnarbátinum: Skjótast á sjónum og skarpast á sosialu miðlunum

Ørvur í Havnarbátinum: Skjótast á sjónum og skarpast á sosialu miðlunum
Í fjør vunnu tey allar róðrarnar við Ørvinum, men í ár royna tey seg í Havnarbátinum. Um tað røkkur til enn eitt FM-heiti, er óvist, men tað verður heilt víst undirhaldandi
09.02.2026 - 17:39

Tey raka ikki allar tónarnar, men tað leggja tey minni í.

Manningin á áttamannafarinum Ørvi hjá Havnar Róðrarfelag var einaráðandi í fjør, og tí royna tey seg í Havnarbátinum í ár.

Harumframt gera tey vart við seg í stórum stíli á sosialu miðlunum, har tey millum annað hava útgivið coverløg - við væl og minni væl eydnaðum sangavrikum.

Hvussu víkir og vendir kunnu fólk gleða seg til nýggja kappróðrarárið. Um Havnarbáturin klárar at vinna á Orminum Langa og Klaksvíkingi er ilt at spáa um.

Púra víst er kortini, at tað ikki verður keðiligt.

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329