Fagnaðurin 25: Skylv tók øll á bóli í Orknoyggjum

Fagnaðurin 25: Skylv tók øll á bóli í Orknoyggjum
Súsanna Skylv tók bæði seg sjálva og øll onnur á bóli, tá hon vann tvey silvur og eitt gull á oyggjaleikunum farna summar. Gullið í býarsúkklingini kom eftir framúr avrik
08.02.2026 - 17:17

Súsanna Skylv tók øll á bóli, tá hon vann tvey silvur- og eitt gullheiðursmerki á oyggjaleikunum á Orknoyggjum.

Góða úrtøkan kom eisini óvart á Súsannu sjálva, sigur hon eitt hálvt ár seinni. 

 - Eg hevði einki væntað, tá eg fór heimaífrá, um at eg fór at fáa so góð úrslit, fortelur hon. 

Súsanna Skylv legði út við silvuri í landavegssúkkling, og hon súkklaði seg eisini til silvurmerki í tíðarsúkkling. Býarsúkklingina ætlaði hon sær als ikki at kappast í.

 

Býarsúkklingin endaði við søguligum gulli

 - Tá eg fór avstað, sigi eg, at eg koyri bara einkultstart og landaveg. Eg koyri ikki criterium. Tí har er so nógv aktión, har eru so nógv sving, har er so nógv power í, og har er so nógvur taktikkur, og ferðin er høg. Tað er ein thrillari, also, sigur Súsanna Skylv.

Í samráð við súkklutoymið tók hon kortini eina seina avgerð um at royna, og tað vísti seg at vera skilagott. Hon var við millum tær fremstu og spenningurin vaks, tá hon brádliga datt. Full av adrenalini skundaði hon sær kortini upp aftur.

 - Eg koyrdi á, alt tað eg kundi. Eg veit ikki, hvussu nógv umfør eg súkklaði, áðrenn eg hevði tær aftur. Fýra kanska, ivast Súsanna Skylv. Hon røkkur kortini framaftur, og roynir at sleppa av við hinar báðar.

 

Klemm á mállinjuni

 - Og tær hanga uppi í, og tær hanga uppi í. So leingi tær eru í reyvini, er torført at sleppa undan, fortelur Súsanna Skylv. Brádliga eydnast tað kortini, og Súsanna Skylv vinnur eitt gullmerki, sum ger hana søguliga. Hon er fyrsta kvinnan, sum hevur vunnið oyggjaleikagull fyri Føroyum. 

 - Eg var so glað, og øll vóru so glað. Tað var heilt fantastiskt at koma á mál og fáa stórt klemm frá Torkili og Gunnari og Jákup Peturi og restini av føroyingunum, minnist jarnkvinnan, sum júst er komin aftur av venjingarlegu á Gran Canaria.

Kappingar í Svøríki, Spania og Italia eru fyri framman í ár, og so eru tað Oyggjaleikirnir í Føroyum næsta ár.

 - Ja, tað er tað. Eftirsum tað verður í Føroyum, haldi eg næstan, at tú skalt vera við, um tú kanst og hevur heilsuna.

Hetta innslagið var við í Ítróttafagnaðinum 2025. Sí sendingina her:

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977