Útflyta føroyska vælferðartøkni

Útflyta føroyska vælferðartøkni
Smápartafelagið Nemlia hevur ment tøkni, sum skal lætta um arbeiðið á ellisheimum. Avtala er júst gjørd um, at Aalborg kommuna skal brúka tøknina.
20.02.2026 - 19:36

Starvsfólkatrot er innan ellisrøkt, bæði í Føroyum og uttanlands, og meiningin er, at tøknin hjá Sp/f Nemlia skal lætta um arbeiðstrýstið.

Tøknin er gjørd soleiðis, at hon skal vera brúkaravinarlig hjá teimum, ið skulu brúka hana. Samstundis skal hon gera so lítið inntriv sum gjørligt hjá búfólkunum.

Menningin er farin fram í Føroyum, og fyritøkan hevur júst gjørt avtalu við Aalborg kommunu um, at tøknin skal brúkast á øllum 35 ellis- og røktarheimum í kommununi. Aðrar kommunur hava eisini sýnt áhuga.

Sí innslag í Degi og viku við orðaskifti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114