U17-heimsmeistari: Ræðuliga gott

U17-heimsmeistari: Ræðuliga gott
Vár í Húsinum gjørdi Vár G. Hansen kynstrið eftir, tá hon róði seg til HM-heitið í inniróðri í U17-aldursbólkinum
Jan Herman Hansen/RSF
Vár í Húsinum hevur tryggjað sær heimsmeistaraheitið fyri U17-aldursbólkin
02.03.2026 - 17:09

Vár í Húsinum gjørdi Vár G. Hansen kynstrið eftir, tá hon róði seg til heimsmeistaraheitið í inniróðri í U17-aldursbólkinum.

Í greinini, sum snýr seg um at rógva so langt sum gjørligt upp á ein minutt, gjørdi ungi kollfirðingurin bart og tryggjaði sær sigurin eftir ein harðan endaspurt.

 - Eg ivaðist í, um eg var nummar eitt ella tvey. Sarita (Kristina Hansen, blaðm.) sat aftanfyri meg, og hon segði so "bíða líka, bíða líka", segði Vár í Húsinum.

 - So hyggi eg upp á skermin, og so síggi eg, at eg eri akkurát frammanfyri við einum metri. So tað var bara ræðuliga, ræðuliga gott.

Í somu grein var Sarita Kristina Hansen bert tveir metrar frá heiðursmerki í lættvektsbólkinum, meðan Jóhanna av Steinum fekk bronsuna í 45-49 aldursbólkinum.

Føroysku rógvararnir vunnu annars tilsamans trý gull, tvey silvur og trý bronsuheiðursmerki til HM-kappingina hesa ferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968