Venjarin: Iðraði seg um triðja málið hjá grikkum

Venjarin: Iðraði seg um triðja málið hjá grikkum
Pætur S. Clementsen iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at halda grikkum niðri á tveimum málum, so málið hjá Biritu Ryan í síðstu løt hevði havt meir enn kosmetiskan týdning
14.04.2026 - 21:13

Í fyrsta lagi iðraði føroyski venjarin seg um, at tað eydnaðist grikkum at tryggja sær sigurin við triðja málinum, áðrenn Birita Ryan minkaði um munin við skallara eftir hornað í yvirtíðini.

Tað málið fekk sostatt bert kosmetiskan týdning í 3-2 tapinum fyri Grikkalandi í HM-undankappingardystinum á Tórvølli týsdagin.

 - So skora vit eitt flott mál upp á horna, og hatta er júst tí, at dysturin skal vera á lívi, og støðan skal vera 2-1, tá tað hendir, segði Pætur Smith Clementsen.

Í øðrum lagi iðraði Pætur Smith Clementsen seg um, at føroyska liðið ikki megnaði at hava bóltin meir. Tað var partur av dystarætlanini, men teir gott 600 áskoðararnir á Tórsvølli sóu ein dyst, sum grikkar stýrdu frá byrjan til enda.

 - Vit missa bóltin ov lætt, og tað ger, at vit koma undir stórt trýst alla tíðina, segði føroyski venjarin.

Grikkar løgdu seg framum við fløtum skoti av brotsteigarmarkinum tíðliga í dystinum, men Ásla Johannesen javnaði til hálvleiksstøðuna 1-1 við flottum skoti úr vinstru inn við handaru stongini.

Í seinna hálvleiki legði Grikkaland seg framum tíðliga, áðrenn skoraði avgerandi 3-1 málið, tá 11 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Við síðstu føroysku nertingini í dystinum, minkaði Birita Ryan so við flottum skallara eftir horna, men tað var ov seint.

Leygardagin spæla Føroytar aftur á Tórsvølli, har Georgia vitjar. Kringvarpið sendir dystin beinleiðis frá klokkan 16.45.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678