Grindamannafelagið meldar "slóðarar"

Grindamannafelagið meldar "slóðarar"
Grindamannafelagið meldar, nú slóðarar eru funnir á grindarovum í grindini, sum varð skorin upp í Miðvági
05.05.2026 - 19:24

Í sambandi við uppskeringina av grindini, ið legði beinini í Sandavági í gjár, var ein fremmandur lutur funnin, har rovini av grindini lógu.

Hetta vakti stóra undran.

Kári Thorsteinsson, sýslumaður, visti ikki rættiliga hvat tað, ið varð givið honum á bryggjuni í Miðvági í dag.

Talan var um ein slóðara, sum kann geva boð frá sær til onnur, og siga júst hvar hann er.

 

Málið verður meldað

- Vit melda hetta málið eins og tað við grindastyggjarunum, sigur Ragnar Jacobsen, formaður í Grindamannafelagnum.

Slóðararnir vórðu funnir í einum kassa av grindarovum, sum koppaði. Slóðarin, vit sóu, er virkin og sendir út boð.

- Helst er tað onkur, ið vil fylgja við, hvar grindarovini enda. Mær vitandi er tað ólógligt at hava yvirvaking, sigur Ragnar Jacobsen.

Hann upplivdi, at meðan hann hevði slóðaran í bilinum, var ein fremmandur bilur, ið fleiri ferðir koyrdi aftur og fram framvið honum.

 

Tikið væl upp

Tað varð tikið væl upp eftir grindina, sum legði beinini í Sandavági í gjár.

Umframt at øll fólk í Vágum fingu part, fóru nakrir fáir hvalir til Klaksvíkar og Runavíkar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858