Føroya Politistafelag: Rættartrygdin í Føroyum er í lagi

Føroya Politistafelag: Rættartrygdin í Føroyum er í lagi
Álitið á løgregluna er ikki minkandi, sigur formaðurin í Føroya Politistafelag, nú Føroya Politi í tíðindaskrivi vissar um, at rættartrygdin í Føroyum er í lagi
Kenneth Jørgensen
06.05.2026 - 11:45

Tað er helst við nógv umrødda og ógvuliga drúgva revsimálinum móti Bakkafrosti í huga, at Føroya Politi í síðstu viku sendi út tíðindaskriv, har tað bleiv staðfest, at ivi seinastu tíðina er sáddur um málsviðgerðina hjá politinum og í sama viðfangi um rættartrygdina. 

Men eitt er fútin og ákæruvaldið, eitt annað er løgreglan, soleiðis sum fólkið sær og uppfatar hana í gerandisdegnum - og tá snýr tað seg í fyrsta lagi um politibilar og uniformeraðir politistar.

Teir hava søguliga verið høgt í metum í Føroyum, og sambært Eyðuni Dalsgarð, formanni í Føroya Politistafelag, er onki, sum bendir á, at nógva umrøðan av til dømis bakkafrostmálinum hevur minkað um álitið á løgregluni sum so.

 

Í august 2024 var hann úti alment og rópaði varskó, tí føroyska løgreglan var niðurpínd. Starvsfólkatrot var ein stórur trupulleiki, og tað er tað enn.

Í dag hevði løgreglan politifakliga venjing, og tað er stutt síðan, at Føroya Politi fekk dronutøkni, hóast hon hevur verið í brúki hjá politinum í Danmark í skjótt tíggju ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365