Matvørur dýrka enn meira

Matvørur dýrka enn meira
Aðrastaðni verður tosað um prískríggj, men her heima gongur bara ein veg við prísunum og tað er uppeftir
07.05.2026 - 19:29

Seinastu tíðina hava vit hoyrt, at handilsketurnar í Danmark eru farnar í prískríggj.

Søgur ganga um, at prísurin á fleiri vørum er lækkaður við upp til 50 prosentum.

Men her í Føroyum er einki prískriggj at hóma. 

Heldur er gongdin øvugt, tí her heima dýrka vørurnar enn meira.

Fleiri føroyingar hava ilt við at ímynda sær hægri prísir. 

- Nú helt eg, at tað var toppað, segði Súni Hansen, tá vit hittu hann til handils í dag.

Connie Reinholdt hevur júst átt fjórða barnið. Nógvir magar eru at metta, og sum er, hugsar hon eisini um prísirnar, tá hon er til handils.

Og hon er ikki í iva um, at tað fer at vera torførari at fáa tað heila til at hanga saman, tá matvørurnar dýrka enn meira.

Men hóast fleiri stríðast við at fáa endarnar at røkka saman, liggur tað ikki í kortunum, at heilsølur fara at binda seg til at tryggja ein støðugan prís komandi tíðina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203