Ung seta bústaðarmøguleikar á breddan

Ung seta bústaðarmøguleikar á breddan
Fyri fyrstu ferð í tólv ár hevur Tórshavnar kommuna sett eitt ungdómsráð. Eitt hjartamál hjá ráðnum er bústaðir til ung, sigur nývald forkvinna
08.05.2026 - 19:24

Fyri fyrstu ferð í tólv ár hevur Tórshavnar kommuna aftur valt at seta eitt ungdómsráð.

Seks stillaðu upp, ein tók seg úr, og nú eru fimm limir í ráðnum, sum øll sita í eitt tvey ára skeið. 

Ungdómsráðið fer at virka sum eitt millumlið millum kommununa og ungdómin í kommununi. 

Hetta er ein tørvur, sum nú verður nøktaður, sigur Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. 

 

Røddin hjá ungdóminum

Ungdsómsráðið hevur ávísar skyldur, sum til dømis at viðgera mál, sum kommunan setur á skrá.

Men samstundis eigur ráðið eisini at arbeiða forvirkið og umrøða egin hjartamál.

Og tá er serliga eitt mál átrokandi, spyrt tú Maisól Hentze, forkvinna í Tórshavnar ugdómsráði.

Bústaðarmøguleikar til ung hava verið niðurraðfestir í longri tíð, og hetta vil nýsetta ungdómsráðið broyta.

 

Tórshavnar ungdómsráð hevur skipað seg soleiðis:

Maisól Hentze, forkvinna

Sjúrður Eysturoy, næstformaður

Markus Køtlum, kassameistari

Gabriella Vang, skrivari

Fríði Leitisskarð, nevndarlimur

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595