Íslendingar vilja hava vørur frá MBM

Íslendingar vilja hava vørur frá MBM
Neyðugt er við ES góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og vælvild frá íslendingum fyri at sleppa á íslendska marknaðin, sigur Tony Weyhe, stjóri í MBM
22.05.2026 - 20:25

Tvær stórar íslendskar fyritøkur er áhugaðar í at samstarva við MBM - Kjörís, sum framleiður mjólkavørur, og handilsketan Krónan.

Føroyski landbúnaðurin hevur ikki ES-góðkenning, og tað krevst fyri at sleppa á íslendska marknaðin sambært Hoyvíkssáttmálanum, fríhandilsavtaluna millum Ísland og Føroyar.

Í gjár hevði MBM fund við nýggja landsstýrismannin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, har ætlanir vóru gjørdar, um at royna at sleppa á íslendska marknaðin. Eftir fundin er stjórin á MBM, Tony Weyhe, bjartskygdur um framtíðarútlitini viðvíkjandi Íslandi.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334