Fleiri brýr illa farnar

Fleiri brýr illa farnar
Fleiri brýr eru í ringum standi av manglandi viðlíkahaldi. 30 brýr hava átrokandi tørv á umvæling, sigur Landsverk
Fotografur: Kenneth Jørgensen
26.05.2026 - 19:15

Fleiri brýr eru í ringum standi. Tað er støðan millum annað við Fjarðará í Skálafirði, har brúgvin heilt einfalt má skiftast út, tí hon ikki er hildin við líka.

Brúgvin er millum teirra, sum fáa vánaligt próvtal frá Landsverki, sum meta um standin á brúnum.

Landsverk metir um standin við støði í einum stiga frá null til fimm, har fimm merkir, at brúgvin ikki kann brúkast.

Tilsamans eru 30 brýr, sum fáa eitt fýra tal frá Landsverki, sum merkir, at tær hava átrokandi tørv á umvæling.

Í 2018 metti Landsverk, at tørvurin á játtan til viðlíkahald av landsvegakervinum var 375 milliónir krónur.

Talið er nú munandi hægri, sigur Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur hjá Landsverki, sum nú ger nýggja meting av tørvinum á játtan til viðlíkahald.

Við Fjarðará í Skálafirði og við brúnna um Streymin hevur Landsverk avmarkað ferðsluna, soleiðis at sertung ferðsla ikki kann fara um brýrnar.

 

Sí innslag í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846