Jannie og Alda: Møðgur vunnu við Píli

Jannie og Alda: Møðgur vunnu við Píli
Jarnbardur rør ikki, men kenda róðurskvinnan Jannie Dam Jacobsen stýrir ístaðin 5-mannafarinum Píli, har dótturin Alda rør. Knørrabáturin var skjótastur í Klaksvík
Jan Herman Hansen/RSF
02.06.2026 - 08:00

Sigursvanda 6-mannafarið Jarnbardur er ikki mannað í summar.

Tað hevur kortini ikki steðga royndu róðurskvinnuni Jannie Dam Jacobsen. Hon stýrir nú 5-mannafarinum Píli, har dótturin Alda Dam Jacobsen telist millum tær, sum sita við árarnar. 

Fyrst var ætlanin at royna seg til Ódnartøkini, men tey hepnaðust somikið væl, at tær meldaðu seg til norðoyastevnuróðurin. 

Og møðgurnar fingu eina dreymabyrjan upp á summarið saman við hinum á bláa bátinum hjá Knørri. Tær vunnu frammanfyri Drekan, og nú tosar eingin um atgevast aftur.

Sí innslagið um møðgurnar í Píli omanfyri.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775