Isabella Rossellini: Úr Hollywood til Føroya at merkja broddin á ullini

Isabella Rossellini: Úr Hollywood til Føroya at merkja broddin á ullini
Broddurin á føroysku seyðaullin er so sermerktur, at heimskenda filmsstjørnan Isabella Rossellini er komin allan vegin úr Hollywood til Føroya fyri at merkja ullina sjálv
02.06.2026 - 19:24

Vanliga er langt úr Hollywood til Selatrað 

Í hesum døgum er heimskenda sjónleikarinnan Isabella Rossilini á vitjan í Føroyum.

Endamálið er at seta seg inn í føroyska ull  og føroyskt seyðahald. 

 

Hollywood kongsætt

Isabella Rosselllini er av Hollywood kongsætt, kanst tú siga. 

Mamman var Ingrid Bergmann og pápin Roberto Rossollii.

Sjálv rekur Isabella Rossellini ein lítlan bóndagarð, Mama Farm, á Long Island í New York, har dentur verður lagdur á at varðveita nátúrliga margfeldi, eitt nú hjá seyði. 

Isabella Rossellini og hennara bindiklubbur er komin til Føroya gjøgnum Sissal Kristiansen og verkætlanina The Wool Islands. 

 

Eitt kvøld við Rossellini

Í annaðkvøld, mikukvøldið, ber til at uppliva eitt kvøld saman við Isabellu Rossellini í Løkshøll í Runavík. 

Men um nakar heldur, at Isabella Rossellini hevur lagt yrkisleiðina á hillina, nú hon er vorðin 73 ár, so mugu tey halda umaftur. 

Umframt tiltakið við Isabellu Rossellini í annaðkvøld, so ber eisini til at síggja kenda film hennara, "Blue Velvet", í Løkshøll í kvøld. Tað var fyrrverandi maður Isabellu,David Lynch, sáli, ið leikstjórnaði filmin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659