Gøtulist í Varðabyrgi

Gøtulist í Varðabyrgi
Á einum endaveggi í Varðabyrgi í Havn arbeiðir serbiski listamálarin Andrej Zikic við einum við einum - eftir føroyskum umstøðum - óvanligum listaverki.
04.06.2026 - 19:24

Í Varðabyrgi arbeiðir ein listamaður við at gera ein veggmálning á ein endavegg. Hugskotið er, at tað er gøtulist, sum øll kunnu síggja og njóta, uttan at skula keypa atgongumerki. Listamaðurin er úr Serbia.

Andrej Zikic - ella ARTEZ, sum er listanavnið hjá honum - sigur, at hetta er fyrsti málningur, sum er partur av We Need Art í ár. Tað er ein málningur í eini seriu hjá honum, sum eitur Simple Acrobatics.

Hugskotið við seriuni er at brúka menniskjakroppin sum eitt byggielement í kompositiónini. Í hesi kompositiónini verða tveir kvinnuligir figurar í eini áhugaverdari kropsstøðu, sum tú kanst royna at herma eftir. Tað er einki trupult, sigur Andrej Zikic.

Tórur Johannessen eigur veggin, sum serbiski listamaðurin arbeiðir á. Hann greiðir m.a. frá, at hann og konan játtaðu, at endaveggurin bleiv brúktur til veggmálningin, tá tey høvdu fingið at vita, hvussu málningurin fór at síggja út.

Verulig fólk
Andrej Zikic brúkar verulig fólk í síni myndlist.

- Til mínar veggmálningar royni eg at taka myndir av fólki, sum eg kenni, ella av fólki, sum mær dámar arbeiðið hjá, sigur serbiski listamaðurin. 

Teir báðir dansararnir, sum vórðu bodnir til hesa myndatøkuna eru vinkonur hjá honum úr Serbia, Maja og Tamara. Tær játtaðu at vera modellir til hetta verkið.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424