Framvegis fá børn og ung koppsett fyri HPV

Framvegis fá børn og ung koppsett fyri HPV
Okkurt um helvtin av 15 ára gomlum føroyskum gentum koppsettar fyri HPV, vísa tøl hjá Heilsustýrinum. Nýtt kunningarátak skal venda gongdini
Fotografur: Bárður Veihe
08.06.2026 - 19:35

Heilsustýrið er í hesum døgum farið undir nýtt átak, sum skal kunna um HPV-koppsetingina.

Endamálið er at fáa fleiri at taka av koppsetingini fyri HPV, sum kann elva til krabbamein.

 

Fleiri ikki koppsett fyri HPV

Okkurt um helvtin av 15 ára gomlum gentum eru koppsettar, vísa fyribils tøl hjá Heilsustýrinum.

Hetta er munandi færri, samanborið við grannalondini, sum liggja um 80 og 90 prosent. Til samanberingar hava 93 prosent av børnum og ungum í Íslandi fingið koppsetingina.

Málið hjá heimsheilsustovninum WHO er, at 90 prosent eru koppsett, áðrenn tey eru 15 ár. Talan er um fyribils tøl hjá Heilsustýrinum, sum nú ger upp tølini fyri koppsett børn og ung í 2025.

Í fjør gjørdi Heilsustýrið vart við, at undirtøkan fyri HPV-koppsetingini er minkað seinastu árini. Uppgerðin, sum tók støði í tølum frá 2024, vísti, at færri dreingir og gentur millum 12 og 16 ár seinastu árini eru koppsett.

- Vit hava ikki ábendingar um, at støðan er nógv batnað, síðani seinastu uppgerð, sigur Katrin Eivindardóttir Christiansen, fulltrúi í Heilsustýrinum.



Kunningarátak skal venda gongdini

Undirtøkan fyri HPV-koppsetingini er lítil. Tí er Heilsustýrið nú farið undir nýtt kunningarátak við áheitanini "Tvey prik móti krabba".

HPV-smittan kann elva til fleiri sløg av krabba. Tí heitir Heilsustýrið á foreldur um at taka av koppsetingini.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891