Trygdin haltar: Eigur ikki at vera so trupult

Trygdin haltar: Eigur ikki at vera so trupult
Tað er ikki trupult at fylgja eini sokallaðari HTU-ætlan, sum tryggjar, at trygdin er í ordan á ein og hvørjum arbeiðsplássi, sigur HTU-leiðarin á Landsverki
Tað er lætt at fylgja skipanini um heilsu, trygd og umhvørvi á arbeiðsplássum, sigur Landsverk. (Savnsmynd)
17.06.2026 - 10:39

Tað er eitt krav, at arbeiðsgevarar fylgja eini HTU-ætlan á ein og hvørjum arbeiðsplássi.

HTU stendur fyri heilsu, trygd og umhvørvi, og tað er ikki trupult at fylgja eini tílíkari ætlan, spyrt tú Djóna Eidesgaard, HTU-leiðara hjá Landsverki.

Kortini haltar trygdin í nógvum førum á arbeiðsplássum runt í Føroyum.

 

Trygdin skal skjalførast

HTU-ætlanin er eitt skjal, sum kann tillagast til tað arbeiðið, sum fer fram á einum ávísum arbeiðsplássi. 

- Hon umsetur tær lógur og kunngerðir okur hava innan fyri heilsu, trygd og umhvørvi, og vísir á, hvussu mann eigur at bera seg at í samband við tey ymisku viðurskiftini, sigur Djóni Eidesgaard

Uppgávan at fylgja og skjalføra trygdina á einum arbeiðsplássi kann bjóðast út, men tað er altíð byggiharrin, sum hevur evstu ábyrgd.

 

Ikki ein trupul uppgáva

Hetta er ikki ein trupul ætlan at fylgja, spyrt tú HTU-leiðaran.

- Tað meta okur ikki. Okur hava jú fólk, sum hava viðkomandi førleikar til at loysa uppgávurnar, so tað síggja vit ikki sum eina avbjóðing.

Kortini vita vit at trygdin í nógvum førum haltar á arbeiðsplássum runt í Føroyum.

Og spurdur um trygdin verður tikin nóg nógv í álvara á arbeiðsplássum runt í Føroyum er svarið:

- Tá tað kemur til trygd og heilsu, so kann mann altíð taka tað meira í álvara.

 

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Margit Stórá, landsstýriskvinnu, sum var gestur í sjónvarpsstovuni. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572