Fakfeløgini duga ikki at hava eftirlønir

Fakfeløgini duga ikki at hava eftirlønir
Fakfeløgini hava prógvað, at tey ikki duga at reka eftirlønaruppsparingar. Tað heldur ið øllum førum Kim Hansen, sum í nógv ár hevur funnist at okkara eftirlønarskipanum.
30.06.2026 - 19:24

Í seinastu viku fekk tað avleiðingar fyri stjóran í LÍV, at eftirlønaruppsparingar ikki hava kastað nóg nógv av sær.

Men Kim Hansen hevur í nógv ár funnist at, hvussu vit skipa okkara eftirlønaruppsparingar í Føroyum.

- Tað er ikki nýtt yvirhøvur í Føroyum, at avkastið er ov lítið, og tá fakfelagsrørslan hevur sitið á hesum pengunum, so er einki týðir alt á, at tey duga tað ikki. Og tá tú so hevur ein politiskan yvirklassa, sum ikki hevur dirvi til at taka hetta valdið aftur frá fakfeløgunum, so sita vit, sum vit gera í dag, sigur Kim Hansen.

Hann heldur, at vit skulu taka avleiðingarnar av, at vit ikki hava dugað at reka eftirlønaruppsparingar.

- Tá vit í Føroyum prógva tað, at vit ikki duga hetta, so er tað nærliggjandi at hugsa, veitst tú hvat, hetta bjóða vit í út millum 4, 5 teir bestu pensjónskassarnar í Danmark og Norra, tí tað duga tey nógv betur enn vit. Vit innflyta bilar, og vit gera ikki gummuskógvar í Føroyum ella nakað annað. Vit kunnu tað sama fáa onnur at servisera okkum á pensjónsøkinum.

Víðari sigur Kim Hansen, at tað, sum veruliga vantar, er verulig kapping á marknaðinum.

- Tað er ein samfelagsuppgáva at gera hetta. Arbeiðararørslan hevur ikki megnað ta uppgávuna. So tekna vit samlagstryggingar fyri allar borgarar. Vil onkur hava eyka tryggingar, so keypa tey tað frá einum pensjónskassa, og so letur hann tær heilsuupplýsingar, sum skulu til.

- Men tað týdningarmesta er at fáa kapping í hvar vit leggja okkara pengar. Hvar lænir tú pengar til hús? Har, sum tú fært ta lægstu rentuna. Hvar leggur tú tína pensjón? Har, sum tú fært ta hægstu rentuna.

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595