Tvøramenn róðu frá vágbingum á fjarðastevnu

Tvøramenn róðu frá vágbingum á fjarðastevnu
6-mannafør: Smyril úr Vági verið í flokk fyri seg higartil, men seinastu fjúrtan dagarnir hava verið góðir hjá Froðbingi av Tvøroyri, sum smurdi Smyril og allar hinar av
07.07.2026 - 17:17

Smyril úr Vági hevur verið í serflokki hjá 6-mannaførum við monnum í summar, men Froðbingur av Tvøroyri svaraði aftur við manér á fjarðastevnu.

- Nú segði eg við teg seinast, at nógv kundi broytast upp á tvær vikur, so vit fóru heim at hyggja at, hvat skuldi broytast, og tað hevur riggað, segði Tóti Johannessen á Froðbingi.

Tvøramenninir hava serliga savnað seg um miðróðurin - ella lunnin, sum Tóti Johannessen málbar seg, tí har stóð væl til frammanundan. Hesa ferð riggaði so uppaftur betri.

Harumframt stakk Strálan seg fram ímillum teir báðar suðuroyarbátarnar, so Smyril mátti taka til takkar við 3. plássinum hesa ferð.

Tað hevur við sær, at spenningurin í FM-stríðnum er sera stórur, nú tríggir róðrar eru eftir. Froðbingur hevur 25 stig - eitt minnið enn Smyril, sum framvegis er fremstur samanlagt við 26 stigum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542