Føroyaferð við Morris Minor

Føroyaferð við Morris Minor
Nú um dagarnar er eitt ferðalið frá Nordisk Morris Minor Klubb á vitjan í Føroyum. Tey eru í Føroyum fyri at koyra við sínum Morris Minor-bilum, ið allir eru ellisakfør
24.07.2026 - 19:57

Vit hittu tey í Dali í dag. Og tey valdu at koyra gjøgnum bergið, heldur enn at fara gjøgnum spildurnýggja bergholdið.

Nordisk Morris Minor Klubb (NMMK) er, sum navnið leggur upp til, áhugafelag fyri folk, ið hava áhuga fyri Morris Minor-bilum. Tað eru bilar av slagnum Morris Minor, framleiddir á Nuffield-fabrikkini tíðarskeiðið 1948-1972.

Kring varpið hitti ferðaligið í Dali. Thomas Skipper er nevndarlimur í NMMK. Hann greiðir frá, at hann er hálvur føroyingur, og hann minnist abba sín í Føroyum, sum hevði ein Morris Minor. Teimum dámar at koyra á teimum smølu gomlu vegunum við teimum gomlu bilunum.

Jes Cramer-Petersen, sum eisini er við í ferðaliðnum, greiðir frá, at hansara Morris Minor er tann fyrsti bilurin, sum hann keypti á ungum árum. Fyri 6 árum síðan var hann í Føroyum við familjuni. Hesuferð er sonurin við, og hann hevur nú sín egna Morris Minor við.

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221