Løgreglan víðkar plássið

Løgreglan víðkar plássið
Tað er plásstrot á politistøðin, og tí tekur løgreglan nú gamlan bygning í nýtslu, har átta løgreglufólk á tveimum deildum skulu hýsast
21.09.2026 - 19:24

Politistøðin er vorðin ov lítil.

- Vit mangla pláss, og tað er hetta eisini eitt tekin um, og vit fara eisini at mangla pláss í framtíðini.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

Tí fer løgreglan at taka gamla bygningin yviri av Føroya Rætti, tað sum einaferð var gamla Bileftirlitið, í nýtslu.

 

Starvsfólkatrot og ov lítið pláss

Føroyska løgreglan mennist, og tá fleiri starvsfólk nú verða sett, skulu hesi eisini hýsast. 

Tað eru eitt nú nýggju deildirnar fyri fyribyrging og marknaløgreglu, sum flyta oman í nýggja bygningin, tá hann verður klárur um ársskiftið.

Og serliga fyri eina deild sum fyribyrgingareindina, sum fæst við eitt nú ágang og tráðfylging (stalking), er tað gott, at bygningurin er mitt í býnum og tætt við bæði Føroya Rætt og Danmarks Fængsler.

 

Nýggja støðin bert fimm ár

Bygningurin bleiv upprunaliga bygdur til gamla politikontórið, sum var undir Glasheyggi, og tí kann sigast, at bygningurin nú aftur kemur í kendar hendur.

Men politistøðin er ikki meira enn fimm ár, og kortini manglar pláss. 

Til tað svarar fútin, at mann í roynd og veru longu manglaði pláss áðrenn mann var fluttur inn í bygningin, og at hetta fer at halda fram, tí løgreglan er í menning, og fer eisini frameftir at mangla fólk og pláss til sítt virksemi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527