Sterkir slovakar vitja: - Tað vit hava brúk fyri nú

Sterkir slovakar vitja: - Tað vit hava brúk fyri nú
Eftir javnleikir ímóti Kasakstan og Moldova vitja sterku slovakarnir í triðja dystinum í Nations League. - Júst avbjóðingin, sum vit hava brúk fyri, sigur Eyðun Klakstein
01.10.2026 - 18:05

Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein er ikki stúrin, nú sterka slovakiska liðið vitjar á Tórsvølli í morgin. Heldur hinvegin.

 - Eg haldi, at hetta er akkurát tað, sum vit hava brúk fyri, segði hann til venjingina hjá landsliðnum seinnapartin. 

Hann er ikki heilt nøgdur við avrikini ímóti Moldova týsdagin. 

 - Tað, sum er avgerandi er, at teir, sum spæla, geva alt, sum teir eiga, og tað saknaðu vit eitt sindur í Moldova. Vit manglaðu fimm, 10 prosent í Moldova, tað siga tølini eisini, og um vit skulu hava nakran kjans ímóti Slovakia, skulu vit upp at ringja, sum vit t.d. gjørdu í dystunum í fjørheyst ímóti Kekkia, Kroatia og Montenegro, sigur venjarin.

Dysturin, sum er hin triðji í Nations League higartil, er í annaðkvøld kl. 19.45. Kringvarpið byrjar at senda eftir Dag og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672