- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóannes Bjartalíð í Kasakstan: Vit ferðast alla tíðina
Tað er ikki oftari enn so, at føroyskir landsliðsspælarar spæla og búgva í fjarskotnum londum, sum føroyska landsliðið skal møta.
Jóannes Bjartalíð valdi tíðliga í ár at skifta til FC Kyzylzhar í Kasakstan. Í morgin møtast londini í Nations League-kappingini. Fyri klaksvíkingin í Kasakstan hevur nýggja lívið verið ein kollvelting. Hann býr í einum lutfalsliga lítlum býi tætt við markið til Russlands har norðuri í Kasakstan. Tað tekur sjey til átta tímar at koyra úr høvuðsstaðnum Astana til Petropavl.
Tá Jóannes Bjartalíð sigur, at býurin er lítið, so er tað úr einum lokalum sjónarhorni í Kasakstan. Tað búgva áleið tvey hundrað túsund fólk í býnum, men sambandið við restina av landinum og umheiminum er so sum so.
- Hetta er ikki ein býur, sum verður raðfestur serliga høgt í Kasakstan. Vit ferðast mangan við bussi til Astana, fyri síðan at flúgva víðari til útidyst. Tað er ongantíð so, at vit bara seta okkum í ein flúgvara og flúgva beint til staðið, har vit skulu spæla. Tað er longri til útidyst enn til Danmarkar úr Føroyum, sigur Jóannes Bjartalíð.
Føroyingurin hevur longu nú tikið avgerð um, at hann heldur ikki fram í FC Kyzylzhar eftir hetta kappingarárið, men tað merkir ikki at prátið um tíðina í Kasakstan er óáhugavert.



























