Bjørn er væl móttikin

Bjørn er væl móttikin
Sarita Fríðheim er mamma 5 ára gamla Bjørn, sum hevur cerebrala paresu, er fegin um ta hjálp, sum hon og familjan hevur fingið í Hósvík
05.10.2026 - 19:25

- Hann elskar at vera millum øll børnini. Og jú buldrasligari tað er, stuttligari er tað. Hann er púra við upp á tað.

Tað sigur Hilma Ingibjørnsdóttir Eldevig, sum er stuðul hjá Bjørn. Hann er 5 ár, og hann býr og gongur á barnagarð í Hósvík. Hann hevur so eisini cerebrala paresu ella CP, sum tað eisini verður nevnt.

- Í okkara føri merkir tað, at Bjørn hevur fingið ein føðiskaða, heilin hevur fingið skaða, og tað ger so tað, at kroppurin ger ikki tað, sum heilin vil. Hann ynskir at gera okkurt, men kroppurin ger tað ikki soleiðis, sum hann ætlar.

Tað sigur Sarita Fríðheim, mamma Bjørn. Og hon letur væl at teirri hjálp, sum hon og familjan hevur fingið.

- Her í kommununi hevur tað verið ordiliga gott allan vegin ígjøgnum. Hann er á dagstovninum í bygdini - við stuðli -, og tað virkar ordiliga væl, tí hann hevur tørv á at vera millum børn í hansara aldri, bara við hjálp.

Altjóða CP-dagur
Í morgin, 6. oktobur, er altjóða CP-dagur. Tað fara tey at gera okkurt burtur úr á barnagarðinum við Stórheygg í Hósvík, har Bjørn gongur.

- Vit hava hugsað, at øll børnini, sum koma í barnagarð í morgin, tey skulu vera í onkrum grønum, vit fara at eta grøna kaku. Bara tosa leysliga um, hvat CP er, á barnahædd.

Tað sigur Hilma Eldevig, stuðul há Bjørn, og sum eisini er hjálparfólk við Stórheygg.

Sjálvt um tey fægstu munnu kenna sjúkuna CP, so er tað týdningarmikið at taka væl ímóti fólki, sum hava CP, heldur Sarita Fríðheim.

Sí innslag úr Degi og viku við gesti í samband við CP-dagin í morgin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040