- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin játtan til barnsburðartunglyndi
Ein góð byrjan er eitt fyribyrgjandi sálarheilsutilboð til allar kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð. Í fjør vórðu játtaðar 150 túsund krónur til royndarverkætlanina, sum eitur Ein góð byrjan. Tað er eitt ókeypis tilboð til kvinnur í viðgongutíð og eftir barnsburð, sum uppliva ótta ella tunglyndi í samband við barnsburð. Í ár er játtanin trífaldað og er 450 túsund krónur.
Ein út av fýra kvinnum í viðgongutíð og ein út av fimm eftir barnsburð stríðast við sálarliga við mistrivnað, ótta og tunglyndi, sigur Rannvá Sloan Jørgensen,sálarfrøðingur.
Men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár eru eingir pengar settir av til endamálið. Sólrun Foldbo, fakligur stjóri hjá Gigni, er alt annað enn fegin.
- Tað er eitt stórt afturstig fyri hesar mammurnar, sum hava fingið hjálp gjøgnum hetta tilboðið, og ikki minst fyri børnini og fyri familjuna annars. Vit skrina hesar mammurnar, og so verða tær ávístar til kommunulækna, og so kann hann ávísa til sálarfrøðing. Og so skal mann sjálvur finna sær ein sálarfrøðing, sum hevur tíð. Og so blívur tað eisini ójavni í tilboðunum, tí tað eru kanska ikki øll, sum hava ráð at fara til sálarfrøðing.
Sí innslag úr Degi og viku, har kjak við gesti eisini er.


























