Eingin stuðul til viðgerðarferð fyri psoriasis

Eingin stuðul til viðgerðarferð fyri psoriasis
Fyri Fríðu Æðustein Poulsen hevur viðgerðin í Kroatia verið tann rætta, men nú verður stuðulin til túrarnar strikaður
Fotografur: Gestur Lómstein
08.10.2026 - 19:25

Besta viðgerðin fyri Fríðu Æðustein Poulsen, sum hevur húðsjúkuna psoriasis, er ein viðgerðartúrur til Kroatia.

Landsstýrið ætlar nú at strika stuðulin til viðgerðarferðirnar, sum Psoriasisfelagið og Giktafelagið skipa fyri. Feløgini fáa hálva millión krónur í part fyri at skipa fyri viðgerðarferðunum.

Forkvinnan í Psoriasisfelagnum harmast um, at stuðulin nú dettur burtur.

Psoriasisfelagið og Giktafelagið fáa okkurt um 50 umsóknir um árið til ferðina til Kroatia.

Av teimum sleppa til samans 20 sjúklingar - okkurt um 10 við psoriasis og 10 við gikt - at fáa viðgerð í Kroatia, sum ein lækni mælir til.

 

Sí meira í innslagi í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392