Læknaútbúgving niðurraðfest

Læknaútbúgving niðurraðfest
Felagið yngri læknar ávarar um, at útbúgvingin av læknum verður skerd í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum er samdur
30.10.2026 - 19:36

Í almennum skrivi spyr felagið Yngri læknar, um vit ynskja at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið. Per Busk er forstjóri í sjúkrahúsverkinum. Vit spurdu hann, um hann ynskir at útbúgva læknar til føroyska heilsuverkið.

- Ja, absolutt. Tað er eisini ein fortreyt fyri, at vit kunnu fáa nógv nógvar serlæknar í framtíðini, tað er, at vit eisini raðfesta at geva yngri læknum víðari útbúgving her í Føroyum.

Í skrivinum siga Yngri læknar, at

  • bara 2 av 5 høvuðsútbúgvingarstørvum eru fíggjað í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár,
  • at serlæknapuljan er strikað, og
  • at játtanin til útbúgving av yngri læknum stendur í stað.

- Eg eri samdur í, at vit noyðast at uppraðfesta víðariútbúgving av yngri læknum, so at vit fáa fleiri serlæknar í Føroyum. Tað er ein fortreyt fyri, at vit kunnu fáa nóg nógv av serlæknum í Føroyum, sum skal til, fyri at vit kunnu menna okkara sjúkrahúsverk til einaferð at gerast eitt universitetssjúkrahús, sum mann eisini ynskir politiskt, fáa bíðilistarnar niður og so víðari.

Avtala um útbúgvingarstørv
Í januar gjørdi táverandi Almanna- og heilsumálaráðið avtalu við danska innanríkis- og heilsumálaráðið, sum ger tað gjørligt at seta 5 høvuðsútbúgvingarstørv um árið. Stórur partur av útbúgvingini kann fara fram í Føroyum.

- Tað er ein avtala, sum Føroyar og danski staturin hava gjørt um at gera nøkur størv til yngri læknar, sum mann kann taka eina útbúgving sum serlækni lutvíst í Føroyum og lutvíst í Danmark.

Vit hoyra javnan, at mangul er upp á læknar í Føroyum. Spurdur, um tað eru nógvir læknar at taka av, er Per Busk ivaleysur.

- Tað er tann góða søgan. Faktiskt eru nokkso nógvir føroyingar, sum lesa til lækna niðri. Vit gjørdu tað í summar, beint áðrenn ólavsøku bjóðaðu vit teimum lesandi inn her til Sjúkrahúsið til ein fund, og tosaðu um, hvørjir møguleikar eru, og ynskja tey at arbeiða í Føroyum í framtíðini. Og tað gera nógv tey flestu. Men ein fortreyt er jú, at vit bjóða teimum eitt starv, bæði útbúgvingarstørv og einaferð í framtíðini eitt starv sum serlækni.

Og bjóða vit ikki okkara ungu læknum tey størvini, sum skulu til, so fer tað eisini at hava avleiðingar, sigur sjúkrahússtjórin.

- Um vit ikki bjóða teimum størv, so fáa tey jú størv aðrastaðni, og venda so kanska ongantíð aftur til Føroya.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328