Óli vil bera stórformin við inn á landsliðið

Óli vil bera stórformin við inn á landsliðið
Óli Mittún hevur verið við til at spæla GOG upp á fremsta pláss í donsku deildini og í Champions League-miðumfarið, og nú vónar hann, at bera stórspælið við inn á landsliðið
02.11.2026 - 20:36

 - Tað veit eg ikki heilt.

Soleiðis svarar Óli Mittún eitt sindur umberandi, tá hann verður spurdur, um hann yvirhøvur hevur spælt betri hondbólt enn hann ger í løtuni..

Onnur ivast neyvan. Bóltkringi bakkurin hevur víst stórspæl fyri GOG í heyst, og millum annað tí er danska felagið fremst í landskappingini og við í Champions League-miðumfarinum.

 - Jú, tað gongur ordiliga væl nú. Ikki bara hjá mær, men hjá øllum liðnum. Vit eru ósigraðir eftir 12 dystir í deildini, og víðari til millumrunduna í Champions League. Eg veit ikki, um eg spæli tað besta, eg havi spælt, tað kann gott vera, men tað gongur øgiliga væl í løtuni, og eg hopi, at eg kann bera tað víðari inn á landsliðið hesa vikuna, segði Óli Mittún.

 

Føroyar stórfavorittur ímóti Kosovo

Yvirhøvur er føroyski landsliðshópurin sera væl fyri í løtuni. Fleiri og fleiri spæla væl á hægri stigi, meðan manslandsliðið alsamt leggur afturat sínum spæliætlanum.

Undir liðini á Óla Mittún er Elias Ellefsen á Skipagøtu við aftur og uttan stórvegis skaðar, sum ofta hava darvað. Harumframt spælir hann ikki eins nógv fyri Kiel og onkuntíð fyrr, og tað kann koma Føroyum til góðar.

Raka systkinabørnini tónan saman við liðfeløgunum, er ilt at ímynda sær, at Kosovo megnar at standa ímóti við Tjarnir mikukvøldið, tá nýggja EM-undankappingin byrjar.

 - Hetta er nokk tað sterkasta liðið, vit hava havt, og so mugu vit vóna, at vit prógva, at vit eru tað, segði Óli Mittún.

Dysturin er mikukvøldið klokkan 19.00, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 18.15.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717